Vilt tú stuðla menningini av VoisIT?
Vit arbeiða í løtuni við at víðka um funkurnar í VoisIT appini, og hava tørv á stuðlum at fáa hesar broytingar framdar. Talan er um bæði nýmenning og um hjálp til at reka sjálvan talukennarin, sum er motorurin sum tulkar talu-til-tekst.
Tað kostar at reka skipanir ið byggja á vitlíki (A.I.), og tørvur er eisini á peningi at gjalda henda partin, men fyrst og fremst verður leita eftir stuðli til nýmenning til funkurnar, sum næmingar og persónar við lesi- og skrivi-avbjóðingum hava sett fram ynskir til.
Ynskja tit at vera við at stuðla verkætlanini og menningini av VoisIT, kunnu tit flyta upphædd á kontonr : 6847-1546587 í Sydbank , viðmerkja “VoisIT”. Peningurin er oyramerktur verkætlanina.
Eisini eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við andras@isolveit.net um tit ynskja at stuðla.
EIN NÝGGJUR TALUKENNARI
Vælkomin til VoisIT appina
VoisIT frá iSolveIT er fyrsta app til snildar eindir at veita talu-til-tekst (ASR) á føroyskum máli.
UM VoisIT
Slóðbrótandi Føroysk Tøkni
Vælkomin til VoisIT, hesa slóðbrótandi app ið er ment av iSolveIT ApS, og sum markerar fyrstu dygdargóðu royndina at fáa Føroyska talukenning ókeypis út til allar Føroyingar.
Hetta initiativið gevur samskiftismøguleikar til enn fleiri, og stuðlar undir inklusiviteti á føroyskari talu og teksti sum ongantíð áður. Upprunaliga ætlað sum ein hjálp til tey deyvu, hevur VoisIT longu nú ein breiðari málbólk, harundir fólk við orðblindni.
Uppliv eina revolutionerandi app har talaði orð uttan hóasták gerast til tekst – ein nýggjur varði í føroyskum samskifti.
SØGAN
Søgan handan VoisIT
Upprunin til VoisIT liggur í tveimum slóðbrótandi verkætlanum sum løgdu lunnar undir at framleiða Føroyska tilfeingi til talu tøkni og samskifti.
Tann fyrra var verkætlanin Ravnur, sum byrjaði í 2019, har eitt toymi av málfrøðingum fóru í gongd við eina framsøkna roynd at samla inn eina breiða viftu av ljóðfílum frá føroysktmæltum persónum. Hetta var við til at framleiða eitt ríkt tilfeingi fyri føroyska málfrøði, sum kundi nýtast til greining, gransking og máltøkni.
Eftir at hetta tilfeingið var útgivið, fóru Carlos Mena og Annika Simonsen á lærda háskúlanum í Reykjavík, í gongd við at trena eitt model til føroyska talukenning í november 2022. Hetta markeraði ta fyrstu royndina til eina ókeypis og frítt tilgeingiliga talukenning til Føroyska málið, við eini Word-Error-Rate (WER) á umleið 6%.
Tá hetta bleiv gjørt kunnugt fyri iSolveIT, tóku vit inititativ til at menna eina Føroyska app til talukenning, soleiðis at á summri í 2023 høvdu vit fyrstu útgávuna av VoisIT úti millum brúkararnar.
HJÁLP
Ofta Settir Spurningar
Niðanfyri eru nakrir av spurningunum sum fólk oftast seta um appina. Áðrenn tú kontaktar okkum kanst tú vita um svarið longu finst í listanum niðanfyri.
Hvussu nógv kostar VoisIT?
VoisIT appin er ókeypis! Okkara mál er at lækka múrarnar fyri samskiftismøguleikunum á føroyskum, uttan at lækka um upphæddina á tíni bankkontu. So tú kanst njóta hesar fantastisku møguleikarnar fyri einki!
Kunnu tit ella nakar annar avlurta, síggja ella hoyra tað sum eg tosi inn á appina?
Verja av upplýsingunum er í hásæti! Appin brúkar API á huggingface, sum er gjørt soleiðis at tað hvørki goymir ljóðið sum kemur inn ella tekstin sum kemur útaftur. Meðan appin er innstallera á tína eind, goymir hon tó tekst og ljóð so leingi hon hevur brúk fyri tí. Eisini verða loggar fyri samskifti goymdir í 30 dagar, men her verða hvørki tekstur ella ljóð goymd í hesum loggum. Sí meira um hetta hjá Huggingface: https://huggingface.co/docs/inference-endpoints/security
Við útgávu 1.2.0 samskiftir appin eisini við Vitlíki - her er talan um GPT 4o hjá OpenAI. Vitlíki hevur ávísar loggar yvir trafikk, men hesar dáturnar verða ikki brúktar av OpenAI, men kunnu verða kannaðar ísv. við misbrúk av skipanini. Tað skal her nevnast at OpenAI uppfylla GDPR, CCPA, SOC 2 og SOC 3 trygdarstandardirnar, í mun til handfaring av dátum. Eisini skal nevnast at dáturnar sum verða samskiftar við OpenAI verða IKKI brúktar av OpenAI, t.d. til at trena teirra modellir. Les meira um trygdina hjá OpenAI her: https://trust.openai.com
Vit vilja takka...
Í verkætlanini at fáa VoisIT til veruleika, so vóru vit so heppin at kunna standa á herðunum hjá hetjum. Vit vilja tí takka hesum persónum:
Karin Kass, sum ótrúliga framsíggin fór undir verkætlanina “Ravnur”, sum harvið gav lív til hetta initiativið og gav ravninum sínar veingir. Tað var hennara framskygni og eldhugi sum legði grundvøllin fyri at VoisIT kundi sleppa í luftina. Vit kunnu siga tað soleiðis at Karin og hennara toymi góvu ravninum lív, og iSolveIT hjálpti honum at fáa luft undir veingirnar.
Dánial á Dul Jacobsen á Lesihúsinum, sum hevur verið sera hjálpsamur at stuðla verkætlanini frá byrjan, bæði við hugskotum, test av appini, og beinleiðis kontakt við brúkarar av appini. Eisini hevur hansara samstarv givið appini møguleika til at víðarimennast.
Peter Juel Henrichsen, sum við sínum serkunnleika gav verkætlanini góðar tekniskar arbeiðsumstøður og leiðreglur, ið gjørdu at verkætlanin bleiv hildin á einum góðum sporið, og bleiv til tað sum hon er í dag.
Carlos Daniel Hernandez Mena og Annika Simonsen, sum skipaðu fyri at talukennara modellið bleiv trenað á Lærda háskúlanum í Reykjavík – eitt grundleggjandi stig fyri at føra føroyska talukenning frá dreymi til veruleika.
Vit vilja eisini takka okkara brúkarum og teimum sum annan hátt hava givið okkum afturmeldingar. Tykkara eggjan og stuðul geva okkum treysti til at menna VoisIT víðari. Saman tilevna vit framtíðina har málsligt samskifti eisini kann verða tøkt hjá øllum, eisini teimum sum ikki hoyra.
HEINTA
Kom í gongd við at nýta VoisIT
Kom við í brúkaraskaran av hesi slóðbrótandi appini, sum er tín inngongd inn í samskifti við onnur umvegis talu-til-tekst. Appin er tøk bæði á Google Play og App Store, og er klár til at broyta mátan ið tú samskiftir við onnur.
Sleppingar
Slepping 1.0.0 – 24. August 2023:
Fyrsta útgávan ið gav møguleika til at skriva tekst við at tosa.
- Talukennara funka á Føroyskum
- Møguleiki fyri at endurnýta tekstin við at avrita tekst til “udklipsholder”
- Møguleiki at strika eini boð
- Møguleiki at broyta skriftstødd á boðunum
Slepping 1.1.0 – 27. September 2023:
Víðka útgáva av VoisIT við eini røð av nýggjum hentleikum:
- Burturbeint enska talukenning, og broytt appina so hon nú bert er tøk á Føroyskum, fyri at geva eina meira málrættaða brúkara-uppliving.
- Gjørt betri pláss fyri tekstinum, við til dømis at burturbeina VoisIT tekstin ovast, og at gera knøttarnar minni.
- Skift millum ljósan/myrkan skerm, fyri at tilpassa appina til tað tær dámar betur.
- Møguleika fyri at seta komma, punktum, spurnartekin, osfr. við at siga tekni sum tú ynskir at seta inn í tekstin. Eisini er møguleiki at innseta reglubrot.
- Ein innbygd orðabók til Føroysk nøvn og sernøvn, soleiðis at tú kanst seta nøvnini við stórum, ella at broyta tey aftur til smátt við at trýsta á tey.
- Møguleika fyri í lættari mun at avrita og strika. Knøttur er nú til at avrita øll boð og til at strika øll boð. Eisini ber til at avrita við at tøppa og halda á einum boðum.
- Appin minnist nú tulkaðu boðini/tekstirnar soleiðis at hesi ikki hvørva tá appin verður sløkt
- Gjørt knøttar afturat so til ber at avrita allar tekstir í senn, og at strika allar tekstir í senn (ávaring verður víst áðrenn strika verður).
Far inn á App Store og trýst á “Opdater” um tín fartelefon ikki stendur til at dagføra appir sjálvvirkandi.
Slepping 1.2.0 – 27. August 2024:
Aftur ein víðka útgáva av VoisIT við enn fleiri nýggjum hentleikum:
- Víðka orðabókina til at innihalda Føroysk eftirnøvn, soleiðis at hesi nøvn kunnu trýstast á fyri at broyta tey til at standa við stórum ella lítlum fremsta-bókstavi.
- Møguleiki fyri at gera egna orðabók, til orð sum ikki finnast í sernavnalistanum í VoisIT (fornøvn, eftirnøvn, virkir, stovnar, gøtur, bygdir, býir, lond, osfr.)
- Møguleiki fyri at gera egnar orð-reglur, har tú fært stýrt t.d. stavsetingini sum VoisIT brúkar.
- Tú kanst nú rætta tekstin frá VoisIT talukennaranum inni í appini.
- Samskifti við vitlíki um at seta tekn, so sum komma, punktum, reglubrot o.t. Tvs. tú sleppur undan at siga hvar teknini skulu standa (legg tó til merkis at vitlíki kann gera feilir hesum viðvíkjandi, og tí er framvegis neyðugt at halda eyga við um tað blívur rætt). Tú kanst tó eisini siga teknini har tey skulu standa, og so brúkar VoisIT tína teknseting.
- Teldutala er tøk til upplestur av teksti. Her er talan um teldutalu sum byggir á eSpeak-ng, sum iSolveIT hevur gjørt føroyska variantin av (open source), og egna rødd í PiperTTS (open source) har A.I. trening er gjørd á hardware hjá iSolveIT ApS.
- Umsetingarfunka er nú tøk í appini. Tú kanst biða appina “umset hetta til [mál] [tekst]” – t.d. “umset hetta til íslendskt: Føroyar er eitt vakurt land”