Føroysk talutøkni

Tosa føroyskt til tekst.

VoisIT ger føroyska talu til tekst og lesur føroyskan tekst upp — á telefonini, í kaganum og á Windows.

Sí allar vørur

Dømi: soleiðis verður føroysk tala til tekst

  1. Tú talarRøddin kemur sum ljóðbylgjur, sum mikrofonin fangar.
  2. Ljóðið verður greinaðLjóðið verður býtt sundur í smáar partar og lýst sum mynstur.
  3. Mynstrini verða til orðTalukenningin finnur tey føroysku orðini, sum best hóska til mynstrini.
  4. Tú fært tekstÚrslitið er vanligur tekstur, sum tú kanst rætta, goyma og deila.
TeksturDømi — ikki beinleiðis talukenning

Eg hugsi, at hetta kundi verið snilt hjá tær at havt, til dømis tá tú skalt við á fund.

Vørurnar

Seks mátar ið tú kanst nýta føroyska talu.

Vel ta vøruna, sum hóskar til tín og tað tú ynskir.

  • Tala til tekst

    VoisIT App

    Tosa føroyskt í telefonina og fá tekst, sum tú kanst rætta og brúka.

    iPhone og AndroidÓkeypis

  • Tala til tekst · Tekstur til talu

    VoisIT Portal

    Ger ljóðfílur til tekst og tekst til talu beint í kaganum.

    Í kaganumÓkeypis royndartíð

  • Tala til tekst

    VoisIT Keyboard

    Tosa føroyskt beint inn í boð, teldupost og aðrar tekstteigar á iPhone.

    iPhone og iPadKrevur gjald

  • Tala til tekst · Tekstur til talu

    VoisIT Desktop

    Tosa føroyskt, og teksturin kemur har, sum tú skrivar í Windows.

    WindowsKrevur gjald

  • Tekstur til talu

    VoisIT Plugin til Chrome

    Fá føroyskan tekst á heimasíðum lisnan upp í Chrome.

    ChromeKrevur gjald

  • Tala til tekst

    VoisIT Ordly

    Ein lítil kassi, sum lurtar eftir tí, sum verður sagt í rúminum, og vísir tað sum tekst á einum skermi.

    Kassi og mikrofonPrototypa · í menning

Tekstur til talu

Hoyr føroyskar røddir.

VoisIT kann eisini lesa føroyskan tekst upp. Vel eina rødd og trýst á Spæl. Ljóðdømini eru upptikin frammanundan.

Ger tín egna tekst til talu í Portalinum
Rødd
0:00 / 0:05

Ljóðdømi við røddini Elin. Tekstur: “Vit gera okkara besta fyri, at fáa røddirnar at tosa klárt og týðiliga.”

Søgan

Bygt á herðunum á øðrum.

VoisIT byggir á verkætlanina Ravnur, sum savnaði føroyskar ljóðupptøkur frá 2019, og á eitt talukenningarmodell, sum Carlos Daniel Hernandez Mena og Annika Simonsen vandu á Lærda háskúlanum í Reykjavík í 2022. Fyrsta VoisIT-appin kom út summarið 2023. Síðani hevur iSolveIT vant sítt egna teldutalumodell (2025) og eitt nýtt talukenningarmodell frá botni (2026).

Les alla søguna

Samband

Tosa við okkum.

Skriva ella ring, um tú hevur spurningar, vilt brúka VoisIT í einum stovni ella skúla, ella hevur tørv á einum tilboði.