VoisIT Keyboard
Nú er hon endiliga her, Føroyska knappaborð appin hjá VoisIT. Appin ger tað nú møguligt at skriva á tíni iPhone við at tosa.
Royn hana ókeypis í eina viku!
Vit hava roynt at gjørt appina so einfalda at nýta sum gjørligt, og har eru ting sum Apple krevur skulu verða uppsett av tær sum brúkara, áðrenn knappaborðið virkar.
Fylg vegleiðingini niðanfyri, fyri at koma í gongd.
Vegleiðing
Vinstrumegin kanst tú heinta eina PDF vegleiðing til VoisIT knappaborðið, sum vísir tær hvat skal til fyri at koma í gongd við at nýta tað at skriva við.
Vegleiðing til VoisIT Knappaborðið
1Far inn á “App Store” og leita eftir “VoisIT Keyboard” appini, og installera hesa appina á fartelefonina.
2Tá tú opnar VoisIT Keyboard fyrstu ferð, spyr appin um tú vilt loyva appini atgongd til mikrofonina. Vel her “Tillad”.
3Far inn á Indstillinger -> Generelt -> Tastatur -> Tastaturer, og legg “VoisIT” inn við at velja “Tilføj nyt tastatur” (um VoisIT ikki longu er í listanum).
4Tá “VoisIT” er í listanum yvir knappaborð, trýst so á tað, og vel “Tillad fuld adgang”. Hetta gevur knappaborðinum loyvi til at verða brúkt í appunum á fartelefonini.
5Fyri at nýta knappaborðið, krevst eitt hald. Haldið kostar 39 kr./mð. (Tó ókeypis í 1 viku). Ovast á forsíðuni inni í appini velur tú “Keyp eitt hald”, og har kanst tú velja at gjalda mánaðarliga ella árliga.
6Tú kanst nú nýta knappaborðið. Tá tú vilt skriva við VoisIT, skift so knappaborð við at velja “globusin” niðast til vinstru, og har velur tú “VoisIT” í listanum.