VoisIT Teldutala
Seinastu árini hava vit arbeitt við at framleiða eina Føroyska teldutalu í høgari góðsku, og í nýmótans tøkni. Henda teldutalan er í dag so mikið góð, at vit meta at hon nú kann brúkast professionelt.
Røddirnar eru trenaðar á umleið 400 røddir, og eru síðani víðaritrenaðar til “syntetiskar” røddir – t.e. røddir ið ikki líkjast júst teimum røddunum, sum teldutalan er trena við. Tó eru røddirnar Símun og Elin trenaðar á veruligar røddir.
Niðanfyri kanst tú lurta eftir nøkrum av røddunum ið eru tøkar.
Sára.
Lívsins týdningarmiklasti
spurningur er:
"Hvat gert tú fyri onnur?"
Brandur.
Lívið snýr seg ikki
um, at finna teg sjálvan,
men at forma teg sjálvan.
Elin.
Teir 2 stórstu dagarnir í tínum lívi eru hesir: dagurin tá tú bleiv føddur, og dagurin tá tú finnur útav hví.
Símun.
Tað er ikki vanligt at mann veit hvat mann ynskir sær - tað er sjálsamt og stórt at koma har til.
Røddirnar kunnu roynast inni á skipanini: https://web.voisit.fo har til ber at stovna eitt hald fyri 59 kr. um mánaðin.
Umframt at henda skipan gevur tær atgongd til teldutaluna, so ber eisini til at transkribera ljóðfílur til tekst, inni í hesi skipanini.
So leingi talan er um eina BETA skipan, so skal fyrivarni takast fyri, at prísur og funktionalitetur kann broytast.
Í løtuni gevur skipanin tær atgongd til at framleiða talu við 8 røddum.