VoisIT er nú á Windows!
Nú ber eisini til at nýta VoisIT á telduni, um tú hevur wina Windows teldu.
Far inn á Microsoft Store og heinta “VoisIT” niður á tína teldu. Fyri at nýta VoisIT á telduni er neyðugt at melda teg til sum brúkara. Tað er ókeypis at royna forritið ta fyrstu vikuna eftir at tú hevur tilmelda, og síðani er kostnaðurin 39kr./mð, ella 365kr. í eitt heilt ár.
Sig farvæl við knappaborðið
Umset tína talu til tekst og spar tíð við at skriva skjótari.
Við VoisIT til Windows kanst tú nýta tína rødd til at skriva í øllum forritum á tíni teldu – júst sum tú kennir tað frá VoisIT appini.
Forritið lurtar eftir tíni rødd og skrivar tekstin beinleiðis inn har, tú ynskir tað. Tað veri seg í einum telduposti, einum Word-skjali, Messenger ella á øðrum sosialum miðlum. So leingi tú kanst skriva har, kann VoisIT eisini skriva fyri teg.
Kom í gongd uppá 3 minuttir
- Tak niður forritið “VoisIT til tína teldu. Tú finnur forritið á Microsoft Store.
- Stovna ein brúkara, og tilmelda eina royndartíð (7 dagar). Gjaldskort er neyðugt fyri at melda til.
- Far inn á forritið har tú vilt skriva tekstin, og halt á “Windows + Vinstra Shift” meðan tú tosar, og slepp tastunum fyri at tulka og seta tekstin inn.
Aftaná royndartíðina er kostnaðurin 39 kr. um mánaðin, ella spar meira enn 100 kr. við at gjalda 365 kr fyri eitt árligt gjald.
Stovnar, skúlar ella virkir
Um tit ynskja at fáa eitt størri hald til tykkara stovn, skúla ella virki, so vilja vit fegin frætta frá tykkum og fáa eina avtalu.