VørurVoisIT Desktop
Krevur gjaldWindows
Tosa føroyskt inn í skjøl og teldupost á Windows.
VoisIT Desktop er eitt lítið amboð til Windows. Tað liggur við síðuna av tí, tú arbeiðir við, og skrivar tað, tú sigur, har sum markørurin stendur.
Hetta kanst tú
Í tínum vanligu forritum
Skriva skjøl, teldupost og annan tekst við røddini.
Lítið og stillførið
Ein lítil amboðsbjálki — tín tekstur er framvegis í miðjuni.
Les upp fyri tær
Merk ein tekst, og VoisIT Desktop lesur hann upp við eini føroyskari rødd.
Lesur tekst av skerminum
Tekstur í myndum og á skerminum verður tikin við OCR, so hann eisini kann verða lisin upp.
Til Windows
VoisIT Desktop koyrir á Windows-teldum.
Soleiðis virkar tað
- Skriva til okkara, so senda vit tær upplýsingar um keyp og niðurtøku.
- Legg VoisIT Desktop inn á Windows-telduna.
- Set markørin í tekstin. Halt Windows- og Shift-knøttarnar niðri, meðan tú talar, og slepp teimum, tá ið tú ert liðug/ur. Teksturin verður settur inn, har markørurin stendur.


