VørurVoisIT Ordly
Prototypa · í menningKassi og mikrofon
Fylg við í tí, sum verður sagt í rúminum.
VoisIT Ordly ger talu í einum rúmi til tekst á einum skermi. Ein mikrofon á borðinum fangar tað, sum verður sagt; Ordly-kassin ger tað til tekst, og setningarnir koma á skermin, meðan tosað verður — til dømis á einum fundi, á einum fyrilestri ella á einari messu.
Hetta kanst tú
Tekstur, meðan tosað verður
Setningarnir koma á skermin, so hvørt teir verða sagdir, og tú kanst lesa við.
Til rúm við fleiri fólkum
Ein mikrofon á borðinum fangar talu frá teimum, sum sita kring hana.
Enn er hetta ein prototypa
Ordly er ikki til sølu enn. Vit vilja fegin hoyra frá tær, um tú hevur tørv á einari slíkari loysn.
Síggj video
Videoið vísir prototypuna: eina runda mikrofon á borðinum, Ordly-kassan og ein skerm, har setningarnir koma fram, so hvørt teir verða sagdir. Videoið verður heintað frá YouTube, tá ið tú trýstir.
Tekstur úr videoinum
- hey, nú vísi eg tær líka
- hesa dósina, sum eg havi gjørt, sum kann lurta eftir tí, sum eg sigi
- skrivar hon tað upp á skermin, sum tað hoyrir í rúminum
- eg hugsi at hetta kundi verið snilt hjá tær at havt, til dømis tá tú skalt við á fund ella okkurt annað
- hevði hetta verið nakað, tú kundi brúkt?
- tað kann sjálvandi eisini lurta eftir útvarpinum og annað
- hvat heldur tú um hetta?
Soleiðis virkar tað
- Set mikrofonina á borðið og kopla Ordly-kassan til ein skerm.
- Tosið sum vanligt — mikrofonin fangar tað, sum verður sagt í rúminum.
- Ordly ger talu til tekst, og setningarnir koma á skermin, so hvørt teir verða sagdir.



