VørurVoisIT Keyboard
Krevur gjaldiPhone og iPad
Tosa føroyskt inn í hvønn tekstteig.
VoisIT Keyboard er eitt knappaborð til iPhone og iPad. Tú trýstir á mikrofonina á knappaborðinum, tosar føroyskt, og teksturin kemur har, sum tú skrivar.
Hetta kanst tú
Har tú longu skrivar
Brúka knappaborðið í boðum, telduposti og øðrum appum, sum loyva øðrum knappaborðum.
Tú avgerð, nær tað lurtar
Ljóð verður bert tikið upp, meðan tú sjálv/ur brúkar talufunktiónina.
Goldið í App Store
VoisIT Keyboard er eitt goldið hald gjøgnum App Store. Galdandi prísurin stendur í App Store.
Soleiðis virkar tað
- Heinta VoisIT Keyboard í App Store.
- Legg knappaborðið afturat í Stillingar › Vanligt › Knappaborð.
- Loyv »Fulla atgongd«, skift til VoisIT við knappaborðsknøttinum og trýst á mikrofonina.
Gott at vita
- Summar appir og tekstteigar, til dømis loyniorðateigar, loyva ikki øðrum knappaborðum. Har skiftir iPhone sjálvur til sítt egna knappaborð.
- Knappaborðið krevur iOS 18 ella nýggjari, netsamband og at tú loyvir »Fulla atgongd« (Full Access) í stillingunum fyri knappaborðið.

