VoisIT
Søgan
Um verkætlanirnar og fólkini, sum VoisIT byggir á.
Søgan handan VoisIT
Upprunin til VoisIT liggur í tveimum slóðbrótandi verkætlanum sum løgdu lunnar undir at framleiða Føroyska tilfeingi til talu tøkni og samskifti.
Tann fyrra var verkætlanin Ravnur, sum byrjaði í 2019, har eitt toymi av málfrøðingum fóru í gongd við eina framsøkna roynd at samla inn eina breiða viftu av ljóðfílum frá føroysktmæltum persónum. Hetta var við til at framleiða eitt ríkt tilfeingi fyri føroyska málfrøði, sum kundi nýtast til greining, gransking og máltøkni.
Eftir at hetta tilfeingið var útgivið, fóru Carlos Mena og Annika Simonsen á lærda háskúlanum í Reykjavík, í gongd við at trena eitt model til føroyska talukenning í november 2022. Hetta markeraði ta fyrstu royndina til eina ókeypis og frítt tilgeingiliga talukenning til Føroyska málið, við eini Word-Error-Rate (WER) á umleið 6%.
Tá hetta bleiv gjørt kunnugt fyri iSolveIT, tóku vit inititativ til at menna eina Føroyska app til talukenning, soleiðis at á summri í 2023 høvdu vit fyrstu útgávuna av VoisIT úti millum brúkararnar.
Vit vilja takka…
Í verkætlanini at fáa VoisIT til veruleika, so vóru vit so heppin at kunna standa á herðunum hjá hetjum. Vit vilja tí takka hesum persónum:
Karin Kass, sum ótrúliga framsíggin fór undir verkætlanina “Ravnur”, sum harvið gav lív til hetta initiativið og gav ravninum sínar veingir. Tað var hennara framskygni og eldhugi sum legði grundvøllin fyri at VoisIT kundi sleppa í luftina. Vit kunnu siga tað soleiðis at Karin og hennara toymi góvu ravninum lív, og iSolveIT hjálpti honum at fáa luft undir veingirnar.
Dánial á Dul Jacobsen á Lesihúsinum, sum hevur verið sera hjálpsamur at stuðla verkætlanini frá byrjan, bæði við hugskotum, test av appini, og beinleiðis kontakt við brúkarar av appini. Eisini hevur hansara samstarv givið appini møguleika til at víðarimennast.
Peter Juel Henrichsen, sum við sínum serkunnleika gav verkætlanini góðar tekniskar arbeiðsumstøður og leiðreglur, ið gjørdu at verkætlanin bleiv hildin á einum góðum sporið, og bleiv til tað sum hon er í dag.
Carlos Daniel Hernandez Mena og Annika Simonsen, sum skipaðu fyri at talukennara modellið bleiv trenað á Lærda háskúlanum í Reykjavík – eitt grundleggjandi stig fyri at føra føroyska talukenning frá dreymi til veruleika.
Vit vilja eisini takka okkara brúkarum og teimum sum annan hátt hava givið okkum afturmeldingar. Tykkara eggjan og stuðul geva okkum treysti til at menna VoisIT víðari. Saman tilevna vit framtíðina har málsligt samskifti eisini kann verða tøkt hjá øllum, eisini teimum sum ikki hoyra.
Stuðlar
VoisIT hevur fingið stuðul frá:
Síðani 2023
Seinastu trý til fýra árini hevur størsti parturin av arbeiðinum ikki snúð seg um upprunaligu verkætlanina. iSolveIT hevur í staðin framleitt egið føroyskt tilfar til at venja modell til talukenning og teldutalu.
Tíðliga í 2025 vandi iSolveIT sítt egna teldutalumodell, sum lesur upp føroyskan tekst. Summarið 2026 vandi iSolveIT eisini eitt nýtt talukenningarmodell frá botni.



